Talvfelagið Rókur hevur skipað fyri sera nógvum kappingum seinastu árini. Størsta kappingin er Janus Open, ið er best umtóka talvkappingin í Føroyum. Meira kann lesast um kappingina her á janusopen.fo
Felagsskap
Vit ynskja at Talvfelagið Rókur skal verða ein góður felagsskapur fyri okkara limir. Høvuðsmálið í felagnum er at fáa so nógvar limir sum gjørligt.