Vit venja hvørja viku har ið vit spæla dystir móti hvørjum øðrum, læra nýggjar taktikkir og menna okkum í spælinum.
Harumframt er altíð møguleiki at tosa við aðrar leikarar um royndir, hugskot og talv í breiðum týdningi.
Kappingar
Sum limur í Talvfelagnum Rókur fært tú skjóta atgongd til kunning um kappingar, tiltøk og annað, sum fer fram í felagnum.
Menning
Vit vilja tryggja, at limir okkara hava góðar karmar at menna seg í talvi. Tí skipa vit javnan fyri fyrilestrum og øðrum tiltøkum, sum kunnu geva tær íblástur og nýggja vitan.